Kvøldseta: Hanus Kamban um Antisemitismu

Í fjør gav Hanus Kamban út bókina 'Antisemitisma, frá um ár seksti til 1945'. Enn í dag er evnið bæði eldfimt og viðkomandi og vit fara tí saman við rithøvundanum at seta sjóneykuna á evnið við trimum kvøldsetum. Hanus fer greiða frá, hví hann hevur skrivað bókina, og hvussu og nær áhugin fyri jødum og antisemitismu varð vaktur. Eisini fer hann at taka fram nøkur áhugaverd brigdi í bókini - eitt nú krossferðirnar, svartadeyða, Luther, nationalismuna, og søguna um Lessing og Nathan hin Vísa. Eftir kaffisteðgin verður høvi at skifta orð og seta spurningar.

Kvøldseturnar verða á bókasavninum við Løkin 4. apríl, í Dansistovuni í Funningi 9. apríl og í skúlanum í Oyndarfirði 25. apríl. Ókeypis atgongd. Høvi verður at keypa bókina.

 

Rókarvegur 1, 620 Runavík