Sernám: fakligur dagur

Sernám – fakligur dagur

Spenni í og við skúlasamspælinum


Til tiltakið verða framløgur, sum geva vitan og íblástur til tey, sum arbeiða við børnum, har spenni millum barnið og umhvørvið kemur í spæl. Høvuðsdentur er á eyðkennir, sum eru ella minna um autismu.

Framløgurnar nema við økir so sum eyðkennir og tørv, samskifti, foreldrasamstarv og hvussu arbeiðast kann námsfrøðiligt.

Dentur verður lagdur á yngri aldursbólkar í skúlanum.

Eisini verður framløga um skiftisnámsfrøði, við luttøku frá Fróðskaparsetrinum.


Byrjar:
15. apríl 2024
Frá kl.:
08:30
Til kl.:
15:30
Prísur:
495 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík